© 2010 Rasmus ehf

Vinklar og stig
Kunning 1

.. 

   

Sirkulin er býttur í 360 stig


       

Vit kanna fjórðingin av sirklinum.


Heiti á ymsum vinklum

Rættur vinkul. 

Vinkul, sum er 90 stig, verður nevndur rættur.

  Gævur vinkul er størri enn 90 stig.

 Spískur vinkul er minni enn 90 stig.


Meira um vinklar

Hálvur sirkul er 180 stig.

 

  Grannavinklar eru vinklar sum til samans eru 180 stig og hava eitt vinkulbein í felag. Grøni og blái vinkulin á myndini eru til samans 180 stig.


Dømi:

   

Hvussu stórur er vinkulin v?

Vit rokna: 

v = 180° - 135° = 45°


 Eins skap

           

Í einsskapaðum tríkantum eru samsvarandi vinklar líka stórir. Tað sama er við øðrum polygonum.


Eins skap

Eins skap

Eins skap

Ikki eins skap

Ikki eins skap

     

Vinkulsummur

90° + 60° + 30° = 180°

Vinkulsummurin í einum tríkanti er altíð 180 stig.

90° + 90° + 90° + 90°  = 360°

Vinkulsummurin í einum fýrkanti er altíð 360 stig.

70° + 110° + 70° + 110° = 360°

Vinkulsummurin í einum fýrkanti er altíð 360 stig.

 

Ven hesar mannagongdir og tak síðan roynd 1 í vinklum og stigum.

Minst til at skriva í eftirlitslistan.